HB hevur altíð borið orð fyri at vera steypaliðið fram um øll hini, og tølini vísa eisini, at soleiðis er tað. Í fjør eydnaðist tað kortini HB ikki at vinna nakra steypakapping. Hetta var fyrsta ferðin nógvu tey seinastu árini, at HB yvirhøvur ikki taldist millum steypavinnararnar.
Nú er greitt, at talan ikki verður um endurtøku av soltna steypaárinum í fjør hjá HB. Leygardagin 28. juni vann HB finaluna í steypakappingini í dreingjadeildini. Finalan var ímóti VB, og hon varð spæld á Argjum. Úrslitið í góðum fótbóltslíkindum og tjúkkum mjørka (tað kennist næstan sum um mjørkin ikki hevur lætt hesar seinastu fýra vikurnar!) var 5?2.
HB dreingirnir vóru ídnir og nærlagdir, og serliga í 1. hálvleiki, tá ið teir løgdu seg á odda 2?0, spældu teir væl. Málini skoraðu Jákup Larsen og Christian Mouritsen.
Í fyrra umfarinum hevði tað ikki verið nógv, sum hevði bent á, at VB, sum onga roynd hevði havt ímóti HB málinum, skuldi hótta leiðsluna hjá havnarmonnunum. Men eftir steðgin kom VB meiri við, og brádliga var spenningur í aftur. Kanska tóku HB spælararnir sær eitt sindur av løttum, nú teir mundu halda sigurin vera vísan. Tað var kortini skjótt, at teir funnu út av, at teir høvdu roknað uttan at hava hugsað um sera kvika og evnaríka álopsspælaran Lukasz Cieslewicz, sum man vera sonur Robert, ið áður hevur spælt við VB, og sum nú er spælandi venjari hjá Sumba í 2. deild.
Tvær ferðir rann Lukasz frá HB verjuni og setti bóltin í málið. So var 2?2, og HB var ikki so lítið skelkað. VB hóttanin gjørdist kortini ikki til sigur. Seinna partin av seinna umfarinum skoraði HB trý mál afturat, og allar tríggjar ferðirnar, var tað sera evnaríki Christian Mouritsen, sum var málskjútti.
Tøtt hálvfinala
Sum í eitt nú smádreingjadeildini, so var steypakappingin í dreingjadeildini skipað í fýra bólkum. Teir fýra vinnararnir spældu hálvfinalu fríggjadagin 27. juni. VB vann 5?3 ímóti NSÍ, sum var steypavinnari í 2002, og HB var partur í sera spennandi uppgerð ímóti grannunum í B36.
Talan var um satt drama, sum endaði soleiðis, sum tað so ofta hevur gjørt, tá ið HB og B36 takast. Eftir vanliga leiktíð var 1?1, og so var neyðugt við brotssparkskapping. B36 megnaði ikki at fáa nakað av trimum teimum fyrstu spørkunum í málið, og tá ið HB hevði skorað allar tríggjar tær fyrstu ferðirnar, var tað greitt, at HB enn eina ferð var endað omaná í kapping úr ellivu metrum ímóti B36.
Eftir finalusigurin á VB handaði formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Karl Vidtfeldt, HB steypið. Tað verður kallað Koyriskúlasteypið, tí tað er Klaksvíkar Koyriskúli, sum hevur latið steypið at kappast um.
Steypið var latið í 1995, og hetta var fimta ferðin, at HB vann tað. Sostatt varð tað hesa ferð vunnið til ognar. HB hevur eisini vunnið tað í 1998, 1999, 2000 og 2001. B36 vann tað í 1995 og í 1996, MB í 1997 og NSÍ í 2002.
HB spælarunum og felagnum verður ynskt hjartaliga tillukku við steypasigrinum.