HB-dreingir í finalu í altjóða kapping

U12-dreingirnir hjá HB hava í morgun spælt seg í finaluna í stóru Dana-Cup kappingini í Hjørring

Dana Cup hevur við tíðini ment seg til ein av teimum heilt stóru fótbóltskappingunum í altjóða høpi. Luttakaratalið í ár liggur um tey 24.000, og millum hesi eru lið frá eitt nú AB, B71, HB og B36.

 

Besta úrslitið hevur A-liðið hjá U12-dreingjum hjá HB fingið. Teir sópaðu alla mótstøðu til viks fram til hálvfinaluna, og í morgun eydnaðist at knógva brasilskum mótstøðuliði í hálvfinaluni.

 

Finalan hjá dreingjunum verður spælt klokkan 14.15 seinnapartin í dag. Tá er mótstøðuliðið eitt úrvalslið úr Peru. Sum skilst hava hesi bæði liðini verið sera sannførandi alla kappingina, og tí tykist eingin ivi vera um, at talan er um røttu finalistarnar verður sagt úr Danmark.