HB hevur við 3-0 sigri á Skála í dag lagt sjógv millum seg og næstu avbjóðararnar. Fjarstøðan aftur til næstu avbjóðararnar, sum eru NSÍ og B36, er nú er fýra stig. NSÍ hevur møguleika í morgin at taka seg inn á aftur HB, tá ið tað verður grannauppgerð á Svangaskarði, og B36 hevur møguleika at taka seg inn aftur á HB, tá ið árstalsfelagið í morgin eigur heimavøll ímóti TB.
Hóast HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, so gekk tað striltið at fáa hol á ímóti Skála, sum var stak væl skipað í verjupartinum og fram ímóti steðginum hevði tveir góðar møguleikar at leggja seg framum.
Millum teir, sum sótu á HB beinkinum í dag, var nýggi álopsspælarin Øssur Dalbúð. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og tað vísti seg at vera vorðin sum útskifting.
Øssur setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið, og fram ímóti dystarenda skoraði hann tvær ferðir aftrat. Harvið skoraði hann reint hattrikk, sum tryggjaði HB trý týdningarmikil stig.
Skála-HB 0-3 (0-0)
Dómari: Lars Müller
0-1: Øssur Dalbúð 51.
0-2: Øssur Dalbúð 82.
0-3: Øssur Dalbúð 88.
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg – Símun Pauli Poulsen, Ólavur Mikkelsen (Jákup Joensen, 86.) - Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen, Álvur F. Christiansen - Jan I. Hansen (Hendrik á Fríðriksmørk, 63.)
Gult kort: Fritleif í Lambanum
Venjari: Pauli Poulsen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson – Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen, 80.), Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Pál Mohr Joensen (Øssur Dalbúð, 46.) – Teit Jacobsen, Ari M. Olsen (Fróði Benjaminsen, 56.)
Gult kort: Teit Jacobsen
--
LIÐUGT
0-3
Tveir minuttir lagdir aftrat.
90) 0-3
0-3: Øssur Dalbúð
Nýggi HB áleyparin er dagsins maður á Skála. Nú hevur hann skorað fyri triðju ferð og harvið skorað reint hattrikk. Hesaferð var tað eftir, at Andras Gango hálvbjargaði, tá ið Fróði Benjaminsen royndi seg, og Øssur var fyrstur á returbóltinum.
85) 0-2
0-2: Øssur Dalbúð
Tað er sannur fongur í nýggja álopsspælaranum hjá HB. Nú hevur hann skorað fyri aðru ferð ídag. Tróndur Jensen legði bóltin inn um Skála verjuna, og Teit Jacobsen streyk fram og legði út frá til Øssur Dalbúð, sum skoraði.
80) 0-1
So var Skála aftur í góðari støðu, men tað spurdist einki burturúr. Álvur F. Christiansen rann frá verjuni, men so datt hann. Skálamenn vildu hava dómaran at bríksla fyri frísparki og reyðum korti, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
75) 0-1
Hóast HB framvegis hevur bóltin meiri, so er Skála aftur og aftur tætt við at javna. Nú var tað eftir innlegg, at tað var um reppið, at bólturin fór framvið Teiti Martas Gestsson, sum kortini bjargaði sær og HB burtur úr støðuni.
71) 0-1
Hendrik á Fríðriksmørk hevur avloyst Jan I. Hansen. Tað var beinanvegin um reppið, at Hendrik javnaði, eftir at Teitur í HB málinum hevði hálvbjargað, men bólturin fór eitt vet aftanfyri skálamannin.
Hóast HB er greitt omaná, so er tað intenst og spennandi, og heimaliðið hevur eisini sínar møguleikar.
65) 0-1
HB er omaná, og nýggi álopsspælarin Øssur Dalbúð, sum longu hevur skorað og harvið lagt HB framum, tykist vera væl fyri og arbeiðir nógv. Hóast HB yvirvág so er Skála framvið viðhvørt. Nú hevði heimaliðið fríspark, sum varð lagt innfyri úr vinstru. Støðan var góð, men bólturin sigldi framvið málinum.
59) 0-1
Fróði Benjaminsen verður skiftur inn á HB miðvøllin í staðin fyri Ara Mohr Olsen, sum fer skaddur av vøllinum. Hann hevur trupulleikar við fótliðnum.
58) 0-1
Hetta var stórur lætti hjá HB. Hoast gestirnir hava lagt seg framum, so er tað einki, sum bendir á, at Skála fer at broyta sítt konsept.
55) 0-1
0-1: Øssur Dalbúð
So eydnaðist tað HB at fáa hol á. Øssur Dalbúð hevði bara spælt tíggju minuttir við HB, áðrenn hann skoraði. Tað gjørdi hann við skoti úr málteiginum, eftir at Magnus Egilsson hevði lagft inn fyri úr vinstru.
46) 0-0
Tað er málleyst, nú teir fara undir seinna hálvleik á Skála. Nýggi HB álopsspælarin Øssur Dalbúð verður skiftur inn í staðin fyri Pál Mohr Joensen. Ari Mohr Olsen verður fluttur í vinstru, og Øssur verður settur í fremstu ódnina.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Teir eru av vøllinum eftir fyrra hálvleik á Skála. Síðstu lítlu løtuna undan steðginum var Skála tvær ferðir um reppið at leggja seg framum. Í tí seinna førinum var tað Brian Jacobsen, sum royndi seg eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen, men Teitur M. Gestsson í HB málinum bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.
Annars er tað HB, sum leikliga hevur verið greitt omaná, uttan at tað hevur eydnast favorittunum at spæla seg til fleiri upplagdar málmøguleikar ímóti væl skipaðu Skála verjuni.
Tað man vera lítið at ivast í, at HB fer at skifta út beinanvegin eftir steðgin.
43) 0-0
Burtur úr ongum var tætt við, at Skála legði seg framum. Ari Olsen sendi fríspark fram í brotsteigin, Pætur Dam Jacobsen snittaði bóltin víðari við høvdinum til Brian Jacobsen, sum í málteiginum ætlaði sær at seta krúllin undir bóltin, men tað varð málspark
40) 0-0
Tað eru fimm minuttir til hálvleik, og støðan er framvegis málleysur javnleikur. Setningurin hjá Skála er nú at halda tørn síðstu fimm minuttirnar undan hvíldini, tá ið møguleiki verður at rinda møðina og brynja seg av nýggjum at standa ímóti øgiliga trýstinum.
37) 0-0
HB hevur bóltin mest sum alla tíðina, og skálamenn verja. Heimamenninir hava mest sum ikki verið á HB hálvuni síðsta korterið. Men enn er talan um málleysan javnleik, og tað eru skálamenn heilt víst betri nøgdir við, enn teir eru tað á HB liðnum.
32) 0-0
Síðstu løtuna hevur HB verið øgiliga tætt við. Eftir innlegg úr vinstru royndi Rókur Jespersen seg úr góðari støðu í málteiginum, men bólturin fór upp um málið. HB hevur havt tvey horna í tveir minuttir.
28) 0-0
Nú er lotið dottið heilt burtur. HB hevur bóltin mest sum alla tíðina, og heimamenninir víðgirða seg á egnari hálvu. Síðstu løtuna hava tað ikki vrið nógvir upplagdir málmøguleikar.
24) 0-0
Millum teir, sum sita á HB beinkinum, eru Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð.
20) 0-0
Tað er framvegis málleyst, men tað hevur verið tætt við í báðum endum.
Skála hevur havt tvær góðar støður í HB brotsteiginum, har Álvur F. Christiansen hevur verið sentralur, og Brian Jacobsen var tætt við, og í hinum endanum endaði gott álop við, at Christian R. Mouritsen var um reppið at skora.
15) 0-0
Hjá Skála kemur tað illa við, at miðvallargeneralurin Pauli G. Hansen ikki er tøkur ídag. Tað ber stórar broytingar við sær. Eitt nú er Jan Ingason Hansen einsamallur í fremstu røð.
12) 0-0
HB hevur havt trý horna, og Christian R. Mouritsen hevur havt gott skot úti frá, men bólturin streyk skeivu megin stólpan.
Skála leggur dent á at syrgja fyri væl skipaðum verjuparti, og at leypa á við skjótum umstillingum.
05) 0-0
Skála hevur lotið undan.
HB hevur havt góðan møguleika eftir horna, men bólturin fór dygst við síðuna av málinum.
00)
Tað er turt, og sólin hevur hug at kaga undan.Høgættarlotið út eftir vøllinum er rættiliga frískt.
Skála-HB kl. 15.00
Dómari: Lars Müller
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg – Símun Peturi Poulsen, Ólavur Mikkelsen - Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen, Álvur F. Christiansen – Jan I. Hansen
Venjari: Pauli Poulsen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Pál Mohr Joensen – Teit Jacobsen, Ari M. Olsen
Venjari: Jan C. Dam








