Fótbóltur
Vegna ávíkavist HB og FSF hava Ingi Højgaard og Páll Nielsen, advokatar, í dag roynt at ført fram sínar grundgevingar fyri og ímóti fútaforboðnum.
HB hevur áður sagt, at teir meta sína sak vera í vanda, um málið sleppur at glíða út. Og tað meta teir, at tað ger, um dysturin verður spældur.
FSF førir hinvegin fram, at HB ikki hevur haldgóða orsøk at krevja fútabann. Bæði tí hetta ikki er í tráð við fyrisitingarlógina, og tí teir siga, at HB ikki hevur nakað at óttast. Hetta tí FSF sigur, at kemur Ítróttardómstólurin til eina aðra niðurstøðu enn hana, sum FSF sjálvt er komið til, so sleppur felagið sjálvandi at spæla sín dyst sum ætlað.
Hvør úrskurðurin verður, var ikki greitt við evstamark okkara, men klokkan 14 hevur dómarin innkallað partarnar aftur, og verður dómurin ætlandi avsagdur tá.









