HB dømt at tapa

VB/Sumba hevur fingið viðhald í kæru um at næstbesta liðið hjá HB hevur nýtt ólógligan leikara. Dysturin millum liðini endaði upprunaliga 3-3, men nú er HB dømt at tapa dystin

Fótbóltur

 

Tað kann kosta dýrt at nýta ólógligar leikarar í føroyskum fótbólti. Hetta hevur nú kostað næst besta HB-liðnum eitt stig, tí liðið nýtti Hendrik Rubeksen á vøllinum í 1. deildardystinum ímóti VB/Sumba hin 10. mai í árFýra dagar undan hesum hevði hann spælt við Formula-liðnum hjá HB móti Víkingini, og hann hevði ikki lokið reglurnar um at leypa dyst um, áðrenn hann spældi við eykaliðnum hjá HB.

Ivaleyst er her talan um misskiljing hjá HB. Sama dystardag, sum eykamenninir spældu móti VB/Sumba, spældi besta HB-liðið hálvfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Men reglurnar siga greitt, at talan skal verða um landskappingardyst, sum spælari skal sita yvir, áðrenn flytast kann til lægri deild.

Dysturin endaði upprunaliga 3-3, men HB er nú dømt at tapa dystin við støðuni 0-0.

Talan var annars um ein drúgvan hósdag hjá Aganevndini. Umframt kæruna frá VB/Sumba skuldi nevndin eisini taka støðu í tveimum øðrum málum. 2. deild hjá B36 varð dømd at tapa dyst móti TB vegna nýtslu av ólógligum spælara, og í somu deild varð 07 Vestur dømt at tapa dyst móti MB, tí felagið nýtti spælara, sum av røttum var leikbannaður.