Fótbóltur
Í HB verður altíð sagt, at meddað verður ovarliga. Soleiðis var eisini í ár, hóast setningurin fyrst og fremst var at byggja bulin til eitt lið, sum komandi ár skal vera við til at seta sín dám á føroyska fótbóltstoppin.
Enn stendur liðið eisini við møguleikanum fyri FM-gullinum fyri 2006, men hóast hetta ikki skuldi borið til, so er lítið at ivast í, at flestu av viðhaldsfólkunum er væl nøgd um silvurmerkini, sum spælararnir undir øllum umstøðum hava tryggjað sær. Og mest sum allur hópurin frá í ár heldur eisini fram. Seinast hava Emil Leifsson Nolsøe og Rasmus Nolsøe skrivað nýggjan sáttmála.
Kulic
Men tað tykist, sum arbeiðir leiðslan í felagnum eisini við møguleikum fyri tilgongd. HB váttar nú, at Milan Kulic í 2007 fer at spæla við HB. Hann og felagið høvdu annars gjørt sáttmála fyri 2006, men tá arbeiðs- og uppihaldsloyvið skuldi útskrivast, vóru nøkur formkrøv, ið ikki vóru uppfylt.
Nú er tó greitt, at Milan verður á HB-miðvøllinum komandi kappingarár, og hann verður ikki einasta tilgongdin, skilst. Bárður Johannesen hevur vart HB-málið í fleiri enn 300 dystum, men hann hevur ikki boðað greitt frá, um hann heldur fram næsta kappingarár. Tað hevur í fleiri vikur ljóðað, at avloysarin er at finna hjá VB/Sumba, og tó at tað ikki verður váttað, so tykist tað vist, at Marcyn Dawid verður maðurin, sum skal loysa Bárð av, um hann ikki heldur fram.
Álopsstyrk
Og eisini frammi í álopinum skilst, at HB hevur leitað eftir styrki. Christian Høgni Jacobsen er uttan iva heitast føroyska álopsnavnið, og tað tykist, sum er stórur áhugi fyri honum.
Ætlanin var, at hann skuldi fara til Danmarkar at spæla, men tað er ikki vist. Bæði havnarfeløgini og NSÍ vilja hava Christian Høgna at spæla fyri seg, um hann verður verandi í Føroyum. Men samstundis ljóðar, at hann skal av landinum at royndarvenja í næstum.
Sjálvur vil runavíkingurin tó einki siga um sína fótbóltsframtíð.
- Tað er ein spurningur, sum væntandi verður avkláraður ein av fyrstu døgunum. Og eg havi ongar viðmerkingar til tær gitingar, sum eru at hoyra, sigur Christian Høgni Jacobsen.