HB-Víkingur 0-0
51. min: Santos hevur havt góða skotroynd, sum fór beint omanfyri.
50 min: Fróði Benjaminsen vann bóltin av Hans Jørgen Djurhuus, sum gav sær dekan ov góða tíð. Andrew varð sendur avstað í vinstru, men einki spurdist burtur úr innlegginum.
46 min: Teir somu 22 eru komnir aftur á vøllin. Fróði Benjaminsen hevur roynt seg við langskoti, sum fór væl uppum.
Hálvleikur
45 min: Dygst undan steðginum var nær við, at Víkingur legði seg á odda. Hallur Hansson hevði bóltin í skjótum kontra, og av brotsteigarmarkinum sendi hann skot avstað, men Teitur Gestsson stórbjargaði.
43 min: HB hevur í tveimum førum hótt málið hjá Geza Turi. Fyrst fekk verjuspælari ikki ruddað frísparksinnlegg burtur, og løtu seinni var vanda á ferð eftir hornaspark.
38 min: Poul Ingason royndi seg við stútara, sum fór beint á Geza Turid. Møguleikin kom, tá HB gjørdi skjótt av í frísparksstøðu, har Víkingaverjan ikki va rí serliga góðari javnvág.
33 min: Tað verður framvegis lagt nógv fyri í verjupartinum, og tí koma opnu møguleikarnir ikki. Bæði liðini royna tó at spæla seg fram í góðar støður.
28. min: Tað er tætt og intenst, men framvegis resta møguleikarnir. Enn er tað Víkingur, sum hevur yvirtakið, men HB roynir nú eisini at spæla seg fram í góðar støður.
21. Levi Hanssen var um at koma í góða støðu í Víkinga-brotsteiginum. Víkingur fekk ruddað, og so var Sølvi Vatnhamar um at sleppa leysur. Dómarin lat fyrimunarregluna galda, tá fríspark varð gjørt. Johan Troest Davidsen hevur fingið gult kort.
20 min: Súni Olsen skeyt úr góðari støðu, men bólturin fór langt omanfyri málið.
18 min: Tað er Víkingur, sum stýrir spælinum. HB roynir fyri tað nógva við langum sendingum, og tí missa teir ofta bóltin skjótt. Hallur Hansson hevur havt fyrstu veruliga skotroyndina í dystinum, men bólturin fór beint á Teit Gestsson.
11 min: Súni Olsen hevur fingið gult kort eftir nærdyst við Jóan Símun Edmundsson.
10 min: Framvegis er talan ikki um stórar møguleikar. Víkingur royndi seg við snildari hornasparkskombinatión, men bólturin fór av baklinjuni, áðrenn flata innleggið kom.
6 min: Talan hevur verið um varisliga byrjan. Kanska hevur Víkingur havt eina lítla yvirvág, men veruligar møguleikar hevur talan ikki verið um.
HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen - Pól Ingason, Jóan Símun Edmundsson, Andrew av Fløtum
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen - Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen, Heðin Hansen