HB brúkti flest leikarar

Fá eitt yvirlit yvir hvussu nógvar leikarar tey ymisku Effo-liðini nýttu hetta kappingarárið

Leygardagin var seinasta umfar í Effo-deildini spælt. Tá gjørdist greitt at Víkingur annað árið á rað streyk avstað við FM-heitinum, meðan ÍF noyðist ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina komandi kappingarár. Sermerkt við hesum kappingarárinum er eisini, at hetta er fyrsta ferðin at bert ein niðurflytari finst, síðani deildin í 2005 fór yvir í 27 umfør.

 

Í samband við kappingarárið í Effo-deildini í 2017, hava vit hugt eftir fleiri ymiskum hagtølum sum finnast á www.faroesoccer.com. Eitt av yvirlitunum ið sæst har, er hvussu nógvar leikarar tey ymisku feløgini nýttu hetta kappingarárið.

 

Tað yvirlitið vísir, at HB brúkti flest leikarar av Effo-liðunum í 2017, meðan KÍ og 07 Vestur brúktu fæst leikarar.

 

Soleiðis sær samlaða yvirlitið út:

Víkingur – 24 leikarar

KÍ – 22 leikarar

B36 – 25 leikarar

NSÍ – 24 leikarar

HB – 26 leikarar

Skála – 25 leikarar

EB/Streymur – 24 leikarar

TB/FCS/Royn – 24 leikarar

07 Vestur – 22 leikarar

ÍF – 23 leikarar