HB borðreiddi fyri vertunum

Alt bendir á, at EB/Streymur enn eina ferð verður partur av steypafinaluni, meðan Víkingur á heimavølli ikki heilt megnaði at gera av við FC Suðuroy

Tað skal ganga heilt øðrvísi 23. mai, enn tað sær út til, at tað skal gera, um finalan í steypakappingini ikki enn eina ferð verður uttan umboð úr høvuðsstaðnum.
EB/Streymur hevði í fyrrakvøldið vitjan av HB, og havnarmenninir vórðu sendir suður aftur við 4-1 tapi. Talan var um fyrru av tveimum uppgerðum. Um EB/Streymur skal missa finaluplássið, so skal HB í seinnu hálvfinaluni vinna 3-0. Tað er ikki ómøguligt, men við gongdini mikukvøldið í huga kennist tað rættuliga lítið sannlíkt.
HB er einasta umboðið hjá høvuðs­staðnum í steypakappingini. Tí bendir alt á, at tað vera tvey feløg av bygd, sum fara at dystast um Løg­mans­steypið.

Lítil heimasigur
Víkingur varð roknaður at vera favorittur ímóti FC Suðuroy. Møgu­leikin er framvegis góður fyri, at Víkingur verður annar parturin í steypafinaluni. Mikukvøldið legði FC Suðuroy rygg til 1-0 tap í Fugla­firði ímóti Víkingi.
Heimaliðið hevði greiða leikliga yvirvág. FC Suðuroy var tilvitað um, at hetta var fyrra av tveimum uppgerðum.Tað ráddi um at binda um í verjupartinum og syrgja fyri, at mótstøðumenninir ikki skor­aðu.
Víkingarnir høvdu bóltin mesta partin av tíðini, men teir høvdu ilt at spæla seg blankar frammanfyri væl upplagda Stanislav Kuzma í mál­inum. Heini Vatnsdal verju­skansi, meðan Sasa Kolman ikki var við hesa ferð, tí hann er skaddur. Liðið var eisini skert, tí David Asare var ikki við.
Einasta Víkinga málið skoraði miðvallarin Evrard Blé, tá ið eitt lítið korter var farið. Hann umsetti brotsspark til mál. Rói Jacobsen peikaði á blettin, eftir at miðvallarin Fritleif í Lambanum varð feldur í brotsteiginum.
Úrslitið ber boð um, at tað fram­vegis er ósvaraður spurningur, um tað verður Víkingur ella FC Suður­oy, sum skal spæla finalu. Tað verð­ur avgjørt 23. mai.
Tá verður neyðugt hjá FC Suður­oy at vera meiri álopskent, enn suður­oyarliðið var mikukvøldið. Sam­stundis skal ansast eftir, at Víkingur ikki skorar mál, tí um Víkingur skorar, so skal FC Suðuroy skjóta trý mál á heimavølli. Tað kann tykjast møtimikið, tá ið havt verður í huga, at suðuroyingarnir higartil í ár bara hava skorað eitt mál ímóti liðum í bestu deildini!
Sjovið hjá EB/Streymi
Í 1. hálvleiki og skiftandi veðri við Margáir var tað einki, sum bendi á, at heimaliðið skuldi vinna trivaligan sigur á HB.
Heimaliðið hevði stórar trupul­leikar í verjupartinum, gestirnir vóru spælstýrandi og ágangandi. Teir spældu seg til møguleikar, og miðvallarin Hallur Hansson legði teir á odda.
Tá ið stórur hálvur tími var farin, hevði HB møguleikan at leggja seg heilt væl fyri í stríðnum um finaluplássið. Andrew av Fløtum varð feldur, men René Tórgarð bjarg­aði royndini hjá Halli Hansson, sum úr ellivu metrum hevði gyltan møgu­leika at skora til 2-0. HB hevur higartil í ár havt átta brotsspørk. Bara tvær ferðir hevur tað eydnast at fáa úrtøku!
Í staðin fyri tvey mála leiðslu til HB stutt undan steðginum, so svaraði heimaliðið aftur. Hans Pauli Samuelsen skoraði upp á brots­sparkið, sum varð dømt, tá ið HB málverjin óreguliga steðgaði sera væl upplagda Sorin Anghel, og sum 2. hálvleikur leið tók EB/Streymur alt meiri yvir.
HB gjørdi tað ikki minni lagaligt hjá heimamonnunum, sum vístu, at teir eru sannir meistarar í kontra­spælinum. Serliga hvirluvindurin Arnbjørn Hansen, sum legði upp til málið, ið Sorin Anghel skoraði, og sjálvur økti til 3-1 og 4-1.
Í Gundadali verður neyðugt hjá HB at leypa á, og tað verður matur fyri EB/Streym!