HB biður Europa farvæl

Málið í kvøld er at vinna føroyskum fótbólti fleiri stig í europeiska roknskapinum

Klokkan 19.45 í kvøld verður fyrsta bríksl í Gundadali. Tá fer HB at spæla seinna dystin í Europa Conference League ímóti Maccabi Haifa úr Ísrael.

 

Dómari verður Horatiu Fesnic úr Rumenia. Hann er 31 ára gamal, og hann hevur verið dómari í bestu deildini í Rumenia síðani hann var 22 ára gamal. Síðsta kappingarár dømdi hann 21 landskappingardystir, og hann hevði gula kortið á lofti 115 ferðir ella í miðal næstan 5,5 ferðir í hvørjum dysti.

 

Í altjóða høpi hevur hann síðstu árini dømt nakrar ferðir í Europa League, og í fjør dømdi hann ein landsdyst.

 

HB tapti fyri viku síðani 7-2 í Haifa. Tí er møguleikin at vinna seg víðari í kappingini burtur, og tí fer HB í kvøld vegna føroysku feløgini at biðja europeisku kappingini farvæl á hesum sinni.

 

Teir í HB vóru ikki nøgdir við úrslitið á útivølli, sum teir hildu vera ov stórt tap. Í kvøld hava teir møguleika at prógva fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at styrkismunurin er ikki so stórur, sum úrslitið í Ísrael kundi bent á, at hann er. Setningurin er eisini at vinna stig, so føroyski UEFA roknskapurin fyri liðfótbólt verður soleiðis, at vánirnar fyri, at fýra føroysk feløg kunnu taka lut í europeisku kappingunum batnar.

 

Síðani Kevin Svhindler síðst í juni tók við sum venjari, hevur HB spælt fimm dystir og vunnið fýra. Tapið í Ísrael var tað fyrsta og higartil einasta. HB hevur bara spælt tveir dystir á heimavølli við Kevin Schindler við róðrið. Tann fyrri var 22. juli ímóti Buducnost Podgorcia. Tá vann HB 4-0 og seinni útidystin í Montenegro 2-0. Seinni heimadysturin hjá Kevin Schindler var fyrsta august ímóti 07 Vestur, sum fór vestur í Vágar aftur við 5-0 tapi.