HB bankaði NSÍ

Ein dystur er spældur í 1. deild í dag.

 Eftir kappingarætlanini skuldi vera frívikuskiftið í 1. deild hjá monnum hetta vikuskiftið. Tó hava fleiri av feløgunum nýtt høvið at spælt dyst hetta vikuskiftið - dystir, ið antin eru framskundaðir ella útsettir av ymsum orsøkum.

 

Ein dystur varð spældur í 1. deild í gjárkvøldi, tá ið Giza Hoyvík vann 2-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Dysturin varð spældur í Klaksvík. Hesin dystur skuldi upprunaliga spælast 7. mai, men varð útsettur vegna góðu avrikini hjá Giza Hoyvík í steypakappingini, har høvuðsstaðarfelagið spældi seg í fjórðingsfinalurnar og tessvegna fekk eyka dystir at spæla, ið fullu saman við upprunaligu kappingarskránna fyri 1. deild.

 

Í dag er ein einstakur dystur spældur í deildini. Dysturin var ímillum HB og NSÍ, sum hittust í Gundadali. Hesin dystur átti at blivið leiktur 22. juni, men blivu feløgini bæði samd um at flyta hann til í dag.

 

Og sigast má, at tað var HB, ið veruliga tók eitt hál í dag. Endaliga úrslitið gjørdist nevniliga heili 6-2 til heimaliðið. Jákup Pauli Breckmann, Heri Mohr og Daniel Johansen skoraðu hvør sítt mál fyri HB, meðan stóri spælarin í dystinum var Ari Mohr Olsen, sum vanliga er at síggja á Effoliði felagsins, ið skoraði heili trý mál og fekk hattrick. 

 

Debes Danielsen skeyt bæði málini hjá NSÍ.

 

At HB skuldi vinna so stórt er óvæntað á tann hátt, at undan dystinum var NSÍ heili 14 stig frammanfyri HB. Eftir dagsins dyst verður NSÍ verandi á fjórða plássi í deildini við 21 stigum, meðan HB er nummar átta og triðaftast við 10 stigum. Við dagsins sigri hevur HB lagt sjógv ímillum seg og botnliðini bæði, B71 og AB, ið ávíkavist hava seks og fimm stig.

 

Síðsti dysturin í 1. deild hetta vikusftið verður spældur vesturi á Eiðinum í Vági í morgin, har FC Suðuroy tekur ímóti EB/Streymi.

 

Stigatalvan í deildini kann síggjast her.