Í dag verður ein framskundað grannauppgerð millum HB og B36. Eins og dystirnir í gjár, so er hetta ein framskundaður dystur frá 18. umfari, ið verður spælt 22. august. Orsøkin er, at HB og B36 skulu spæla í Evropa um tað mundið.
Graslíkið á Ovara vølli verður skift og tí verður spælt á Tórsvølli. B36 hevur longu spælt ein dyst á Tórsvølli, tá teir vunnu 6-2 á KÍ. Dystarformurin hjá B36 er góður og liðið hevur tikið seg fram í hvørjum, eftir at árstalsfelagið tapti 4-2 í fyrru grannauppgerðini.
Tann dagin tapti B36 fyri einum vælfyrireikaðum HB-liðið, sum dugdi avbera væl at gera gagn av veikleikunum hjá B36. Millum annað hekk liðið ikki væl saman, og HB megnaði fleiri ferðir at spæla seg úr fyrsta trýstinum, og fann síðani yvirtalsstøður longur frammi á vøllinum.
HB-liðið er nakað broytt síðani tann dystin. Skaðar hava gjørt um seg og nýggir menn eru komnir í hópin. Seint danski áleyparin, Mikkel Dahl. Tað verður spennandi at síggja um Mikkel Dahl byrjar inni í álopinum, og hvørjum standi Pætur Petersen og Heðin Hansen eru í. HB kann nú skifta aftur til fýra í verjuni, og harvið leggja trýst á í press-spælinum. Tað hevur liðið ikki gjørt seinastu dystirnar, tí fólkið hevur ikki verið til tað.
##med2##
Eisini er spennandi at síggja hvørjari útgávu B36 kemur í. Tað eru nógvir spennandi spælarar og teir eru nú allir ávaraðir. Skulu teir spæla við í grannauppgerðini, so mugu teir arbeiða saman og finna javnvágina á liðnum. Tað gjørdi B36 í dystinum móti NSÍ, sum var stutt eftir seinastu grannauppgerðina. Tað gjørdi B36 eisini í dystinum móti KÍ á Tórsvølli fyri stutta summarsteðgin. Tí bendir alt á eina áhugaverda og spennandi grannauppgerð.
##med3##
Stóra ivamálið hjá B36 er Michal Przybylski. Miðvallarin hevur verið ein av mest eyðsýndu spælarunum í ár, men hevur ein trupulleika í lærkrikanum. Hann lat seg útskifta í dystinum móti KÍ undan summarsteðginum, og segði tá at hann hevði trupulleikar, men vónaði at blíva klárur sum skjótast.
Liðtíðindi:
HB:
Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, 1 vika), Hørður Askham (krossband, 1 vika), Adrian Justinussen (brotið fótin 2-4 vikur), Delphin Tshiembe (lærkrikin, óvist), Jákup L. Thomsen (knæið, langtíðarskaddur), Teit Jacobsen (knæið, langtíðarskaddur), Mads Boe Mikkelsen (fibur, 3 vikur)
Við aftur: Pætur Petersen, Mikkel Dahl (nýggjur)
##med4##
B36:
Ikki við: Erling Dávidsson (knæskaði, 3 vikur)
Betri deildin menn: Michal Przybylski (lærkrikin)
Betri deildin menn 18.umfar:
Mikukvøldið 22. juli:
NSÍ – Skála 1-0 (0-0)
1-0 Steffan Løkin, 68
KÍ – AB 2-0 (2-0)
1-0 Jonn Johannesen, 3
2-0 Boris Dosljak, 27
Hóskvøldið 23. juli:
HB-B36 (19.00) Beinleiðis á FM1
Fríggjadagin 28. august:
TB-Víkingur
EB/Streymur-ÍF
Stigatalvan (Faroesoccer.com) Dystir Málmunur Stig