HB-B36 í fyrsta umfarinum

Lutur varð í dag kastaður um, hvussu spælast skal fyrstu umførini at kappingini um Løgmanssteypið, og her fella í øllum førum tvey av liðunum, ið verða roknaðir sum seriøsir biðlar til steypaheitið úr kappingini.

Í Havn verður nevnliga grannauppgerð millum HB og B36, og við Margáir hittast føroyameistararnir frá 2008 og 2007, tá EB/Streymur tekur ímóti NSÍ. Og eisini á Sandi verður talan um Vodafone-uppgerð, tá uppflytararnir úr B71 taka ímóti Víkingi, sum vann steypakappingina í fjør.

 

1. umfar (20. mars)

Royn-FC Hoyvík

MB-Skála

FF Giza-Undrið

 

1/8-finalur (27. mars)

HB-B36

(FF Giza-Undrið)-ÍF

AB-KÍ

B71-Víkingur

EB/Streymur-NSÍ

B68-07 Vestur

(Royn-FC Hoyvík)-TB

FC Suðuroy-(Skála-MB)