HB bíðar eftir Hans

Verjuálitði hjá HB hevur trupulleikar við knænum. Í ringasta føri gongur ein mánaður, áðrenn hann aftur er tøkur

Fótbóltur

Tað er einki at taka seg aftur í, at skulu HB-áskoðararnir seta nøvn á teir leikarar, sum hava nógv at siga fyri liðið, so man Hans á Lag vera at finna ógvuliga ovarliga á hesum.
Saman við Halli Danielsen og Bárði Johannesen telist Hans millum leikarar, sum hava drúgvar royndir á besta liðnum, og sum samstundis ongantíð hava leikt fyri nakað annað felag.
Hjá Hans hevur talan tó seinnu árini verið um fleiri skaðar, sum ofta hava kosta langan steðg, og soleiðis tykist eisini at vera nú.
Skírisdag var hann annars við í allar 90 minuttirnar, tá HB vann á EB/Streymi, men leygardagin var pínan í knænum somikið stór, at hann als ikki fekk vant.
Og úr HB ljóða meldingarnar, at talan eftir øllum at døma er um menisk-skaða. Ikki fyrr enn komandi mánadag fara læknarnar at kaga inn í knæið, og tá verður so væntandi staðfest, hvat slag av skaða talan er um. Og um talan verður um skurð, so gongur helst tað mesta av einum mánaði, áðrenn hann verður tøkur.
Fyri HB merkir hetta so undir øllum umstøðum, at teir mugu síggja burtur frá Hans komandi leygardag, tá VB vitjar. Ein dystur, har HB heldur ikki fær gjørt nýtslu av Símuni Eliasen, sum er leikbannaður, so talan verður um eina heilt nýggja miðverju.