HB hevur vunnið steypakappingina millum U-21 lið. Tað er greitt, eftir at HB í kvøld vann 2-0 ímóti EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var eisini 2-0.
HB skoraði tvey mál fyrstu lítlu løtuna, og tann skelkin megnaði EB/Streymur ikki at reisa seg eftir, hóast teir í Sundalagnum í seinna hálvleiki vóru væl grammari og betur upplagdir, enn teir vóru í fyrra hálvleiki, tá ið HB var greitt omaná.
Rani Wenningsted Sørensen setti hol á longu í 3. minutti, tá ið hann var leysur mitt fyri málinum eftir innlegg úr høgru, og tríggjar minuttir seinni var tað 2-0, tá ið Leivur Fossdal Guttesen eftir uppspæl í vinstru og innlegg sneiddi framvið málverjanum og setti bóltin í málið.
HB hevði møguleikar í fyrra hálvleiki at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki, tí Fayo Kruse var so stinnur í EB/Streyma málinum. Fram ímóti dystarenda spenti EB/Streymur álopsbogan. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum, men tað eydnaðist hvørgum parti at fáa mál.
-
HB – EB/Streymur 2-0 (2-0)
1-0: Rani Wenningsted Sørensen 3.
2-0: Leivur Fossdal Guttesen 6.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Pætur McLeod Jacobsen, Tórur Franksson Joensen, Gilli Róason, Jógvan Elmarsson Ósá, Leivur Fossdal Guttesen, Øssur Hjalt Mohr, Ási Dam, Eivind Restorff Mouritsen, Rani Wenningsted Sørensen, Dánjal Reginsson
Skiftir inn: Kristian Dam Petersen, Pauli Magnussen, Regin í Geil Jacobsen, Suni Wardum, Eliesar Clementsen
EB/Streymur: Fayo Kruse – Elias Moustage, Mikkjal Hellisá, Gutti við Streym Jóhansson, Hjalti Weihe, Hannus Esmarsson Eiðisgarð, David Vang, Filip Kruse Johansen, Jóhan J. Samuelsen, Sverri Mariusarson, Jákup Hummeland
Skiftir inn: Gilli við Streym, Gudmund Danberg, Óli Egilstrøð Magnussen, Petur Andréson Kruse, Jóannes Eyðfinnson Davidsen