HB av vandaleið

2. deild: Heilar tvær ferðir kendi dómarin seg noyddan at taka tað reyða kortið úr lummanum. Báðu ferð varð tað víst einum hvítt- og svart klæddum, og B36 mátti eisini gjalda prísin við at tapa 4-0 ímóti grannunum úr HB

HB-B36 4-0 (0-0)


Hóast úrslitið bendir á ein greiðan HB sigur, so var tað B36, sum hevði bóltin ein stóran part av dystinum. Tó vísti tað seg at verða torført at sleppa ígjøgnum HB verjuna, sum stóð stinn tað mesta av dystinum.

Frá byrjan av í fyrra hálvleiki hevði B36 bóltin meira, meðan HB lat mótstøðuliðið koma fram á vøllin og royndi síðani at fáa nøkur skjótálop í lag. B36 stýrdi sostatt spælinum, men skaptu ikki nógvar málmøguleikar.

Gunnar Mohr hevði størsta møguleikan fyri steðgin, tá Eyðun Højgaard slapp til baklinjuna og legði innfyri til Gunnar, sum tó sendi uppum úr stuttari fjarstøðu.

Vendin í dystinum kom miðskeiðis í fyrra umfari. Tórálvur Poulsen slapp at snara sær í brotsteiginum, men beint tá hann skuldi loysa av, varð hann feldur av sínum eftiransara. Dómarin metti tó ikki, at talan var um brotsspark. Hetta fekk øði í Tórálv, sum fyrst fekk tað gula og síðani tað reyða kortið fyri at vera ov grovur í munninum móti dómaranum.

Hóast tíggju ímóti ellivu hevði B36 bóltin meira, men ógvuliga lítið hendi frammanfyri málunum.

Fyrra part av seinna hálvleiki hevði B36 framvegis tamarhald á støðuni, meðan HB dúvaði uppá skjótálopini, og onkur møguleiki spurdist eisini burturúr. Ikki fyrr enn seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin bragdaði endiliga hjá HB. Eftir eitt skjótálop gjørdist Eyðun Samuelsen leysur tætt undir málinum. Hann sendi framvið Pól N. Joensen, og hóast B36ararnir hildu seg hava vart á strikuni, metti maðurin við flagginum, at bólturin hevði verið innanfyri.

Eftir hetta fór ikki at vera lætt hjá B36, tí við bara tíggju monnum var tað torført at bróta ígjøgnum, tí HB liðið lá framvegis langt afturi á vøllinum.

B36 royndi at leypa á, men tað kostaði í hinum endanum, har Eyðun Samuelsen ordiliga slapp framat. Næsta málið hjá HB var ein sonn perla. Eyðun sendi eitt fríspark beinleiðis uppum manngarðin í netið. Triðja málinum stóð Eyðun eisini fyri. Nakað tunnligt varð í B36 verjuni, tá Eyðun Samuelsen gjørdist fríur við málverjanum, og hann trillaði í málið til 3-0. Við hesum hálinum hevur Eyðun Samuelsen tikið seg fram á fremsta pláss á málskjúttalistanum saman við Jón Sigurð Gleðisheygg, sum eisini hevur skotið 13 mál.

Gunnar Mohr slapp eisini uppí part móti endanum. Hann rann einsamallur ígjøgnum verjuna, uttan at nakar legði í at fara ímóti honum, og Gunnar sló sigurin fastan. Maðurin, sum ansaði eftir Gunnari, varð eisini rikin av vølli. Hann nýtti neyðbremsuna, tá Gunnar var fríur móti málinum.

HB hevur nú tikið seg framum GÍ, men teir kunnu framvegis ikki kenna seg tryggar. Í næstu viku gongur leiðin til Fuglafjarðar, og tað verður óiva ein torførur dystur. B36 hevur hinvegin einki at spæla fyri í seinasta dystinum móti LÍF.


HB-B36 4-0 (0-0)

1-0: Eyðun Samuelsen

2-0: Eyðun Samuelsen

3-0: Eyðun Samuelsen

4-0: Gunnar Mohr