Fótbóltsgalla 2018 heiðrar í kvøld ársins spælarar, venjarar og dómarar í føroyskum fótbólti. Hetta er eitt tiltak, sum Miðlahúsið og FM1 í samstarvi við FSF skipa fyri.
Fyrst varð Fair Play-steypið latið, og nú er eisini gyltu skógvarnir latnir til ársins toppskjúttar hjá kvinnum og monnum.
Toppskjúttar í ár vóru Adrian Justinussen (HB) og Heidi Sevdal (HB). Tey skutu ávíkavist 20 og 23 mál í Betrideildini í ár.










