HB legði seg klárt á odda í bólki 1 í kappingini um løgmanssteypið við at vinna 3-0 á NSÍ í Gundadali mikukvøldið.
Dysturin var linligur so at siga allar 90 minuttirnar, og serliga NSÍ hevði lítið at bjóða upp á frammi á vøllinum.
Álopið við Óla Hansen og Gert Langgaard fekk ikki nógv burturúr, og ein so góður offensivur trumfur sum Jónstein Petersen varð av onkrari orsøk brúktur í verjuni, har hann vísti skjótleikan, sum Óli og Gert ikki høvdu har frammi.
HB royndi seg við somu uppstilling sum móti FS Vágum mánakvøldið. Súni Fríði Johannesen var tendraður móti gomlu liðfeløgunum hjá sær, og tað var eisini hann, sum fekk hol á, tá góðir 25 minuttir vóru farnir av dystinum.
Eftir trunkaspæl í brotsteiginum sendi NSÍ-verjan bóltin eftir jørð út úr teiginum, men beint til Rúna Nolsøe, sum sendi hann fyrstu ferð flatt inn aftur. Har slapp hann at fara allan vegin fram við NSÍ-beinunum til Súna Fríða, sum bert skuldi seta fótin á, og so var 1-0. Nýggi HB-áleyparin sá út til at vera rangstaddur, men einki varð dømt, og NSÍ-leikararnir mótmæltu heldur ikki, so málið bleiv standandi.
Fram til tá hevði tað gingið rættiliga javnt á uttan teir stóru málmøguleikarnar, men nú kom eitt sindur meira ferð á. Stutt eftir HB-málið hevði Kaj Leo Johannesen eina frálíka refleksbjarging, tá Helgi Petersen knappliga stóð leysur inni í brotsteiginum, men so líðandi tyktist tað, sum um NSÍ-liðið misti trúnna og fall í fátt.
HB yvirtók tað mesta. Miðjan við Inga Rasmussen og liðskiparanum Rúna Nolsøe arbeiddi nógv og væl, Súni Fríði spældi, sum ætlaði hann einsamallur at vinna dystin, og tað lá í luftini, at møguleikin fyri 2-0 var størri enn møguleikin fyri 1-1.
Tveir torførar
útidystir eftir
Dysturin varð avgjørdur, tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal. Rúni Nolsøe fekk bóltin úti í vinstra borði og sendi hann innfyri til ein púra leysan Andrew av Fløtum, sum stýrdi honum inn í málið til 2-0. So var liðugt hjá NSÍ, sum hevði bóltin nógv, men ikki megnaði at spæla seg til nakran veruligan málmøguleika.
2-0 bleiv til 3-0, tá eini tíggju minuttir vóru eftir, og Andrew varð feldur inni í brotsteiginum. Brotssparkið setti Allan Mørkøre trygt í netið, og HB sær nú út til longu at hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. Enn vanta tveir torførir útidystir móti KÍ og NSÍ, men um liðið úr Runavík verður eins tannleyst sunnudagin, og tað var mikukvøldið, skuldi HB ikki havt teir stóru trupulleikarnar við at fingið í minsta lagi eitt stig við sær heimaftur. Og tað verður nóg mikið til í øllum førum 2. plássið í bólkinum, eftirsum málúrtøkan hjá havnarliðnum nú er so sterk sum 16-1.