HB-áleypari gevst

Bárður J. Heinesen er ikki longur partur av fyrstaliðshópinum hjá HB

Bárður J. Heinesen kom til HB í fjør, og var við í 20 av teimum 27 landskappingardystunum, har HB at enda vann gull í Effo-deildini. Hann skeyt fýra málum í hesum dystunum.

 

Í ár hevur spælitíðin tó verið meira avmarkað, og umframt stórsteypadystin hevur Bárður bert verið á vøllinum tvær ferðir fyri besta liðið hjá HB í ár.

 

Heimasíðan hjá HB skrivar, at útbúgvingin hjá Bárði gerst alt meira krevjandi, og at partarnir tí hava gjørt av at ógylda sáttmálan millum partarnar.