Talan er um tvey lið á aldukambinum og harvið við stórum sjálvsáliti, sum bresta saman í Gundadali seinnapartin.
2. páskadag tryggjaðu bæði sær rætt at halda fram í steypakappingini, og hvørki liðið hevur tapt í landskappingini, har Víkingur hevur fulla úrtøku, meðan javnleikur í Klaksvík Skírisdag var fyrsta ferðin, at HB ikki vann fulla úrtøku.
Tølini siga, at tað er felags fyri bæði liðini, at verjuspælið hevur verið gott, tí bara eitt mál er farið ígjøgnum.
Manningarliga eru báðir partar væl fyri:
-Vit eru slopnir undan skaðum, og tað sær skilabetri út, enn tað gjørdi í fjør. Profilarnir hava verið væl upplagdir, men tað hevur eisini verið hugaligt at síggja, at teir, sum eru komnir aftrat, hava staðið seg væl staðfestir HB venjarin Sigfríður Clementsen.
Millum profilarnar, sum hava verið ógvuliga eyðsýndir, er Símun Samuelsen í vinstra borði.
Avbjóðingin hjá Jógvani Martin Olsen og Víkingi er at byrgja upp fyri broddinum í vinstra borði hjá HB.
-Tað hevur verið tætt í øllum trimum landskappingardystunum, og tað var eisini sera tætt í steypadystinum ímóti B36. Vit hava megnað at hildið mótstøðuliðini burtur frá stórum málmøguleikum. Tað hevur alstóran týdning, og tað mugu vit miðvíst fokusera á, nú vit fara í Gundadal, har HB rættuliga tykist vera komið fyri seg, sigur Jógvan Martin Olsen.
Vongverjarnir báðir Bárður Hansen og Hanus Jacobsen hava verið ógvuliga framrættaðir. Skipanin av liðnum hevur ivaleyst verið mest eyðsýnda styrkin hjá Víkingi higartil. So fæst at síggja, hvussu víkingarnir fara at skipa seg ímóti álopshóttanini frá Símuni Samuelsen og hinum svørtu og reyðu.