HB aftur nýggja verju

Fótbóltur: Og fuglfirðingar hava harðliga brúk fyri stigum

HB stillar við nýggjari verju, tá teir spæla móti Sumba í morgin. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, og tvey leikbann hjá sentrum verjumonnum ger, at HB-venjarin má seta verjuna øðrvísi saman enn seinast.

Bæði Hans á Lag og Hans Fróði Hansen fingu gul kort í Runavík, og báðir hava leikbann til dystin móti Sumba. Harafturat er Johannes Joensen skaddur, og tí verður HB-verjan helst manna við Hans Jørgin Djurhuus, Jan Dam, Jákup Eli Olsen og Bjarka Mohr.

? Hetta er einki nýtt fyri okkum, tí við hava verið plágaðir av skæðum og leikbannum í ár. Tað vóru vit ikki í fjør, tá vit spældu við sama liði næstan alla tíðina, sigur Ion Geolgau, venjari hjá HB.

Álopsmaðurin Súni Fríði Johannesen hevur verið skaddur seinastu dystirnar, og hann er ivasamur dystin í morgin.

Sumbingar koma í Gundadal fyri at fáa stig burtur úr dystinum, og teir hava tveir av sínum stuðulsspælarum viðaftur. Nikola Biberdzic, sum er toppskjútti hjá sumbingum, og Peter Jørgensen eru klárir aftur í morgin, og teir styrkja munandi um liðið.

Sumbingar, sum hava fingið nógv kort í ár, kláraðu at halda seg á máttuni í týdningarmikla dystinum móti B71 seinasta vikuskiftið og fingu einki kort, tí eru allir mans tøkir í morgin.

Og tað er umráðandi hjá teimum, tí hópurin er ikki breiður, og skulu teir hava vónir um gott úrslit í Gundadali mugu teir stilla við sterkastu manning.


Broytingar

hjá ÍF

Fuglfirðingar hava stórt stríð fyri framman. Teir liggja næstaftast í 1. deild, og bert eitt stig er aftur til aftasta plássið, sum hevur niðurflyting við sær. Tí hungra fuglfirðingar eftir stigum, so teir kunnu sleppa sær úr vandanum.

Fuglfirðingar hava skift nógv manning í ár, og aftur hesaferð verður onkur broyting. Símun Eliasen er farin til Danmarkar aftur, og eftir tí, sum vit hava skilt, verður hann neyvan við aftur í ár. Ken Bærendsen hevur fingið skaða og kann ikki spæla, og Robert Cieslewicz hevur leikbann.

Harafturat er tað ivasamt, hvussu tað verður við verjuspælaranum Torstein Joensen. Hann hevur verið plágaður av skaða og fekk ikki spælt seinast heldur, hóast tað var ætlanin, at hann skuldi spæla við.

B68 má spæla dystin uttan verjuspælaran Finn Mørk, sum fekk reytt kort í dystinum móti gamla felagi sínum, B36, seinast.

Fyrra dystin millum B68 og ÍF í ár vunnu toftamenn 4-2.