Fótbóltur
Eftir at HB vann tryggan 4-0 sigur í fyrra upp- og niðurflytingardystinum, var neyvan nakað annað væntandi, enn at havnarliðið skuldi taka sessin í aðru deild frá klaksvíkingum, sum annars hava verið sera drúgvir í deildini.
Leygardagin var so seinni dysturin millum liðini á skránni, og hesin staðfesti so dyggiliga, at HB í løtuni er tað av feløgunum,sum er betri fyri.
HB hevur á sínum liði fleiri ungar leikarar, sum royna at ota seg fram ímóti besta liðnum, umframt at talan so eisini er um nakrar gamlar kempur, og serliga var tað ein av hesum, sum gjørdi um seg.
Gunnar Mohr stóð sjálvur fyri trimum av málunum hjá HB, umframt at hann legði upp til hini bæði í 5-1 sigrinum, sum staðfesti, at HB nú aftur hevur teir næstbestu í næstbestu deildini.
Og so kundi felagið samstundis seta eitt ordiligt punktum fyri kappingarárinum, tí við hesum hevur HB umboðan í øllum vaksnamannadeildum, tá farið verður undir komandi kappingarárið.
Fjórðu deildar liðið hjá felagnum vann nevnliga sína deild fyrr í ár, og sum tað so skemtiliga verður tikið til á heimasíðu felagsins, so verður áhugavert at vita, hvussu tann trupulleikin verður tacklaður, nú liðið er noytt at flyta upp!