HB kann í kvøld leggja seg heili átta stig á odda, tá teir spæla móti útsetta dystin móti AB. HB er uttan Símun Samuelsen, Gunnar Haraldsen og Jógvan Róa Davidsen, sum báðir er langtíðarskaddir.
HB er á gáttini at vinna 22. meistaraheitið. Teir hava í at kalla alt ár við oddaliðið í landskappingini. Í sætta umfari setti HB seg á oddasessin, og har eru teir framvegis. Munurin hevur verið heilt uppi á tíggjum stigum.
Heini Vatnsdal við aftur
Fyri HB kemur tað væl við, at Heini Vatnsdal er tøkur eftir leikbann. Hann fær tó torført við at vinna sær pláss á liðnum, tí seinast HB var á vøllinum vunnu teir heili 4-0 á EB/Streymi. Tá mannaðu Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen og Páll M. Joensen miðvøllin.
Tað er serliga tann seinast nevndi, Páll Mohr Joensen, sum er áhugaverdur í hesum samanhanginum. Hann er nýliga byrjaður aftur í barndómsfelagnum, eftir at hava verið í útlegd í Danmark. Spurningurin er um hann er í stand til at spæla frá byrjan aftur í dag. Hann kom væl frá uppgávuni móti EB/Streymi.
Annars tykjast fáir spurningar verða um liðuppstillingina.
HB vunnið hinar báðar
Í 2. umfari møttust AB og HB á Argjum. Tá vann HB 3-1, eftir at hava verið á odda 3-0 longu aftaná eitt korter. Málini skutu Símun Samuelsen, Bárður Olsen og Gunnar Haraldsen.
Síðani møttust liðini aftur í 11. umfari. Tá vann HB knúsandi 5-1 sigur. Heini Vatnsdal skoraði tvey tey fyrstu. Síðani øktu Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen, áðrenn Ahmed Keita minkaði um munin. Í evstu løtu staðfesti Gunnar Haraldsen sigur við máli til 5-1.
Tá hevði AB bara tvey stig og líktist einum greiðum niðurflytara. Umfarið eftir vann AB sín fyrsta dyst og tapti ikki aftur fyrr enn í tjúguna umfari.
Hetta verður torførasti dysturin
Hetta verður óiva torførasti dysturin hjá HB móti AB. Liðið av Argjum er ikki at kenna aftur, men tað merkir heldur ikki, at HB ikki kann vinna dystin. Teir hava júst sett EB/Streym upp á pláss.
HB er tað liðið, sum hevur skotið nógv flest mál í landskappignini í ár. Teir hava skotið 57, meðan EB/Streymur hevur skotið næstflest við 48. Verjan hjá AB hevur latið samanlagt 41 mál inn, men bara 13 í teimum seinastu 11 dystunum.
Møguligt liðuppstilling: (4-3-3)
Teitur M. Gestsson – Tróndur Jensen, Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen, Alex José dos Santos – Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen, Páll M. Joensen/Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen og Andrew av Fløtum
Dysturin millum AB og HB byrjar klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt verður frá klokkan 16 til 17. Frásøgnin byrjar eftir tíðindini klokkan 17.
Støðan: Effo-deildin
1. HB 48
2. ÍF 43
3. EB/Streymur 37
4. B36 37
5. NSÍ 36
6. Víkingur 31
7. AB 25
8. KÍ 21
9. TB 19
10. 07Vestur 14
HB og AB hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir









