Hazard hevur hug at skifta til PSG

Chelsea-framherjin, Edin Hazard er dekan ov opinskáraður áðrenn dystirnar ímóti PSG

Chelsea-framherjin, Edin Hazard velur sær ikki orðini væl, og "timingin" er heldur ikki góð nú Chelsea skal møta Paris Saint Germain í áttandapartsfinaluni í Champions League. Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður fyrri dysturin teirra millum á Parc de Prince leikvøllinum í París.

 

Í einari samrøðu við franska blaðið "Parisien" avdúkar 25 ára gamli, belgiski framherjin hjá Chelsea, at tað verður torført hjá honum at siga "nei" til eitt tilboð frá Paris Saint Germain: - Tað er sera torført at siga nei til Paris Saint Germain, eins og tað er torført at siga nei til onnur lið, sum kunnu vinna Champions League kappingina. PSG hoyrir nú til bólkin av liðum, sum kunnu vinna Champions League. 

 

Tað, sum tó talar ímóti, at besti spælarin í Premier League í fjør skiftir til PSG er, at hann hevur ein sáttmála við Chelsea, sum røkkur heilt til 2020. 

 

Í samrøðuni við "Parisien" viðgongur Hazard, at tað hevði eisini verið freistandi at spælt við Real Madrid við Zinedine Zidane, sum venjara. Zidane var tann stóra fyrimyndin hjá Hazard, tá hann spældi barna- og ungdómsfótbólt.