Norska TV2 skrivar, at fótbóltsgranskarar á CIES Football Observatory hava roknað seg fram til hvørjir 25 fótbóltsspælarar í heiminum hava størst virði í reiðum peningi.
Eitt sindur óvæntað vísir yvirlitið, at Christiano Ronaldo, superstjørnan hjá Real Madrid er minni verdur enn framherjin hjá Chelsea Edin Hazard.
Norska TV2 hevur roknað yvirlitið hjá CIES Football Observatory um til norskar krónur. Og í norskum krónum vísir yvirlitið hvat teir 25 mest virðismiklu fótbóltsspælararnir í heiminum eru verdir. Ein norsk króna er verd 84,25 donsk oyru í skrivandi stund :
1. Lionel Messi (Barcelona), 2,477 miljardir norskar krónur
2. Eden Hazard (Chelsea), 1,313 miljardir norskar krónur
3. Cristiano Ronaldo (Real Madrid), 1,100 miljardir norskar krónur
4. Neymar (Barcelona), 869 miljónir norskar krónur
5. Sergio Aguero (Manchester City), 758,9 milj. krónur
6. Raheem Sterling (Liverpool) 714 milj. krónur
7. Paul Pogba (Juventus), 682 milj. krónur
8. Diego Costa (Chelsea), 678 milj. krónur
9. Alexis Sanchez (Arsenal), 658,2 milj. krónur
10. James Rodriguez (Real Madrid), 607 milj. krónur
11. Luis Suarez (Barcelona), 582,4 milj. krónur
12. Antoine Griezmann (Atletico Madrid), 572,6 milj. krónur
13. Cesc Fabregas (Chelsea), 569 milj. krónur
14. Isco (Real Madrid), 555 milj. krónur
15. Harry Kane (Tottenham), 519 milj. krónur
16. Gareth Bale (Real Madrid), 497 milj. krónur
17. Philippe Coutinho (Liverpool), 489,7 milj. krónur
18. Thibaut Courtois (Chelsea), 487,9 milj. krónur
19. Oscar (Chelsea), 461 milj. krónur
20. Karim Benzema (Real Madrid), 433 milj. krónur
21. Mario Gotze (Bayern München), 415 milj. krónur
22. Koke (Atletico Madrid), 399 milj. krónur
23. Christian Eriksen (Tottenham), 390 milj. krónur
24. Romelu Lukaku (Everton), 385,5 milj. krónur
25. Toni Kroos (Bayern München), 384,4 milj. krónur