Leygardagin verður Matiné í Havnar Kirkju. Tað eru Jona Jacobsen, Andreas Restorff og Malene Thastum, sum fara at spæla tónleik av Haydn og Grieg Tey bæði fyrstu eru bæði úr Havn. Jona gongur á konservatorinum í Århus, har hon fær frálæru hjá kenda violinspælaranum Kim Sjøgren. Andreas gongur í Keypmannahavn eg hevur Morten Zeuthen sum lærara.
Malene Thastum, sum hevur føroyska mammu, er uppvaksin í Danmark. Hon hevur útbúgving sum klaverspælari frá konservartoriinum í Keypmannahavn og arbeiðir dagliga á Musikkskúlanum í Sorø.
Konsertin verður endurtikin í Mentunarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið kl. 20.










