YVIRTØKA
Havumhvørvismál eru nú klár at verða yvirtikin til at verða føroyskt málsøki.
Samgongan hevur sett sær fyri at fremja eina røð av yvirtøkum hesi fýra árini við maktina í føroyska samfelagnum.
Tann formelli parturin av yvirtøkuni fór fram fríggjadagin. Tá skrivaðu Eyðun Elttør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, og Hans Chr. Schmidt, umhvørvismálaráðharri í Danmark, undir avtaluna.
Sjálvur yvitøkudagurin verður 1. mai, tá lóggávu og umsitingarvaldið kemur á føroyskar hendur.
Arbeitt verður í løtuni við at fáa í lag samstarvsavtalu millum donsku og føroysku umhvørvisfyrisitingarnar. Samstarvsavtalan verður væntandi undirskrivað fyri 1. mai 2003, verður upplýst í tíðindaskrivi.
?Landsstýrismaðurin fer í næstum at seta í gildi fleiri kunngerðir, sum hava heimild í havumhvørvisverndarlógini, m.a. reglur um tøming av burturkasti og olju frá skipum. Seinni verður farið undir at dagføra havumhvørvisverndarlógina. Eitt dagført lógaruppskot kann leggjast fyri løgtingið í heyst, upplýsir Oljumálaráðið í tíðindaskrivi.