Havtaska
Veiðan vaks øll árini úr góðum 1600 tonsum í 1996 til og við 1999, tá hon var umleið 2.750 tons. Síðan minkaði veiðan aftur niður í umleið 2.200 tons í 2002.
Árini 2003 til 2005 hevur aftur rættiliga stórur vøkstur verið í havtaskuveiðini, sum í 2005 kom upp á stívliga 4.500 tons.
Áhugaverd framløga
Lise H. Ofstad, fiskifrøðingur, sum í nøkur ár hevur granskað viðurskifti við havtasku, hevði áhugaverda framløgu um havtasku og havtaskuveiði á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fríggjadagin.
Tvinni sløg eru av hesum fiskaslagi.
Tann vanliga "hvíta havtaskan" hevur hvíta búkhinnu og fæst í landsynningshorninum av Barentshavinum, við Ísland, Føroyar og suður til Gibraltar.
"Svarta havtaskan" hevur svarta búkhinnu og er mest í heitari sjógvi úr Norðsjónum suður til Gibraltar, í Miðjarðarhavinum og í Svartahavinum.
Øll eggini verða gýtt í einum og sonevndum rognbandi, sum vit síggja á myndini. Hetta kann vera 10 metrar langt og ein metur breitt. Í hesum "bandi" kunnu vera meira enn ein miljón egg. Bandið og eggini kunnu beint fyri gýting viga meir enn helmingin av allari fiskavektini.
Gýtingarleiðirnar um okkara leiðir eru vestan fyri bretsku oyggjarnar, men eingi gýtingarøki eru funnin í Norðurhøvum.
Vanligasta føðin hjá havtasku er hvítingsbróðir, svartkjaftur, lítli kongafiskur, flatfiskur, hýsa og toskur.