Óvanliga nógv havtaska var á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár, og tað gjørdist eisini neyðugt við tveimum uppboðum, áðrenn alt var selt.
Tann nógva havtaskan, góð 87 tons, var frá átta trolbátum og trimum garnaskipum. Trolbátarnir høvdu roynt nakrar dagar á Skeiva Banka.
Nógv tann størsti parturin var stødd II og III, sum fóru fyri ávikavist 25,78 og 24,30 krónur í meðal fyri kilo. Tilsamans fóru tey 87 tonsini fyri knappar 2,2 milliónir krónur ella 24,89 krónur í meðal fyri kilo.
Garnaskipini fingu betri prís fyri havtaskuna enn trolbátarnir.










