Garnabátarnir Drelnes og Nim landa havtasku til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag. Ein keypari hevur keypt alla havtaskuna, bæði frá Drelnes og Nim fyri 46,- kr/kg.
Nim hevði umleið 6 tons, teir byrjaðu túr 10. desembur, sølan í dag gav teimum uml. 275.000, kr.
Drelnes hevðu umleið 10 tons, teir byrjaðu túr 11. desembur, sølan gav teimum umleið 460.000,- kr.










