Havtaska góðan prís

Eitt garnaskip, sum seldi havtasku á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, fekk rættiliga góðan prís. Besti prísurin var oman fyri 40 krónur fyri kilo, og fyri góð átta tons var meðalprísurin 38,97 krónur.

Góð 12 tons vóru av toski á uppboðnum. Toskur II fekk meðalprísin 14,69 krónur, toskur III 14,72 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 13,89 krónur. Hálvt sætta tons var av hýsu. Hýsa II fór fyri 13,39 krónur í meðal og hýsa III fyri 11,21 krónur.

Góð 22 tons vóru av svartkalva í dag, og hann fór fyri 27,57 krónur í meðal.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin í dag góð 58 tons fyri stívliga 1,3 millión krónur.