Havsvimjarastevna á ovastevnu

- Tú kanst vassa, svimja, skvatla og stuttleika tær, siga fyrireikararnir av ovastevnu í Nólsoy.

 

Hugnaliga strondin á Malarenda í Nólsoy verður karmur um havsvimjing leygardagin fyrrapart á ovastevnu.

 

Á strondini á Malarenda ber til hjá børnum og vaksnum at vassa, svimja, skvatla og at stuttleika sær, og hetta er heilt ókeypis.

 

- Øllum verður stevnt til Nólsoyar, bæði teimum, sum eru havsvimjarar og teimum, sum hava hug at royna havsvimjing. 

 

Tað siga stevnufyrireikararnir í Nólsoy, sum leggja aftrat, at Ternan fer úr Havn klokkan 09.30 leygarmorgunin, og møtt verður á Malarenda klokkan 10. Møguleikar eru at skifta í einum neysti.

 

- Um viðrar verður eisini farið ein túr til Bergrætts–damm at síggja, hvar skúlabørnini í Nólsoy í sínari tíð plagdu at svimja.

 

Kaféin á kunningarstovuni fer at selja heimabakaðar bollar við osti, notupesto og rabarbusúltutoy. Eisini hava tey okkurt gott og søtt til góman umframt alskyns sløg av te og kaffi.

 

- Kunningarstovan hevur eisini stóra pottin heitan frá klokkan 11 fyrrapartin leygardagin.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at kunningarstovan eisini skipar fyri einum plantutúri við Disu Christiansen. Túrurin byrjar klokkan 13, og tilmelding fer fram á kunningarstovuni.