Havstovan á vísundavøku

Havstovan luttekur aftur í ár á Vísindavøkun.

Havstovan luttekur aftur í ár á Vísindavøkuni, sum verður fríggjadagin 29. september á Reinsarínum, Perluni og í Perlutúni.

 

 

 

Vísindavøkan letur upp kl. 8 og verður til kl. 18. Evnið í ár er tilfeingi.

Skráin sæst her: http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/vaelkomin-a-visindavoku/ 

 

 

 

 

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.