Havstovan liðug við makrelkanningarnar

Christian í Grótinum kom fyrr í vikuni aftur av rannsóknartúri, har Havstovan kannaði nøgdirnar av makreli í havøkjunum kring Føroyar.

Christian í Grótinum kom fyrr í vikuni aftur av rannsóknartúri, har Havstovan kannaði nøgdirnar av makreli í havøkjunum kring Føroyar.


Kanningarnar vísa, at sum heild var nakað meiri av makreli í ár enn í fjør, men tó er nøgdin minni enn í 2013. Havstovan skrivar á heimasíðuni, at trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Christian í Grótinum fekk tó ikki bara makrel, tí eisini nógv sild var blandað upp í veiðuna, serliga norðan fyri oyggjarnar.


Kanningarnar eru partur av felagskanningar saman við íslendingum, grønlendingum og norðmonnum. Høvuðsendamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið.


Ein felagsfrágreiðing verður gjørd seinni í august, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar.