Havstovan fingið avrikssáttmála fyri árið

Í gjár skrivaðu Rógvi Reinert, aðalstjóri á Fiskimálaráðnum, og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, undir ein avrikssáttmála fyri Havstovuna. Sáttmálin er galdandi fyri árið í ár og ásetir, hvat Havstovan skal gera í 2013.

Sáttmálin er býttur upp í tveir partar. Fyrri parturin viðger afturvendandi virksemi. Hetta er m.a. afturvendandi kanningar av havfrøði, æti, vistfrøði, stovnsmetingar og tilmæli. Ella við øðrum orðum arbeiði, ið ger Havstovuna føra fyri at virka sum granskingar- og ráðgevingarstovnur.

Seinni parturin viðger serlig áhersluøki í 2013: Tað er framvegis tørvur á størri vitan um makrel í føroyskum øki og somuleiðis verða kanningarnar av sild verða øktar munandi.

Viðvíkjandi botnfiski kann m.a. nevnast kanning av longu og brosmu, luttøk í royndum við rist í upsatrolum og endurskoðan av ráðgevingarmannagongdini og fiskivinnuting, skrivar Havstovasn á heimasíði síni.