Havstovan bíðar eftir toskinum

Seinastu tíðina hava Sosialurin og In.fo sett fokus á, hvørt Føroyabanki eigur at verða latin upp aftur fyri ávísari royndarveiði.

Seinastu tíðina hava Sosialurin og In.fo sett fokus á, hvørt Føroyabanki eigur at verða latin upp aftur fyri ávísari royndarveiði - ella, um bíðað eigur at vera eftir Havstovuni.

 

Meiningarnar um henda spurning eru ymiskar, men flestu politikarar, sum In.fo hevur skift orð við, halda, at tíðin nú er komin til, at varisligar fiskiroyndir aftur eiga at verða gjørdar á Føroyabanka.

 

Bjarni Hammer, sum áður hevur verið formaður í fiskivinnunevnd løgtingsins, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, fyrrverandi fiskimálaráðharrar, halda allir, at ávísar royndir nú eiga at verða gjørdar.

 

Ein, sum heldur eitt sindur aftur og mælir til, at fiskifrøðiligar ráðgevingar eiga at verða fylgdar, er Ingolf S. Olsen, framsøgumaður í fiskivinnumálum.

 

Úr vinnuni siga umboð fyri línuskip og fyrrverandi ísfiskatrolaraskipari seg ikki skilja, at veruligar fiskiroyndir ikki verða gjørdar á Føroyabanka, nú Bankin hevur verið stongdur so leingi.

 

Á hinari síðuni hevur In.fo eisini spurt stjóran á Havstovuni, Eilif Gaard, sum vísir til gjørdar royndir, ið vísa, at toskurin á Bankanum enn ikki er komin fyri seg aftur.

 

Tær fiskiroyndir, sum Havstovan hevur staðið aftanfyri, stuðla undir yvirlitstrolingarnar, sum Magnus Heinason eisini hevur gjørt á Bankanum og sum vísa, at enn er toskurin ikki komin fyri seg aftur.

 

- Royndirnar vísa sama úrslit, sum vit eru komin til við yvirlitstrolingunum við Magnusi Heinasyn, nevniliga at toskurin á Føroyabanka framvegis krevur vernd, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.