Havstovan afturvísir ákoyringum

Stovnurin vil ikki hava sitandi á sær, at teirra yvirlitstrolingar ikki eru eftirfarandi.

Tað vakti ans, tá Eyðun Hansen, í lesarabrævi í síðstu viku, sáddi iva um, hvørs yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason av føroysku fiskastovnunum eru eftirfarandi.


Tað hóvar ikki Havstovuni, ið rekar Magnus Heinason, og í drúgvum aftursvari í dag, roynir stovnurin at vísa ákoyringarnar frá sær.


Víst verður millum annað á, at tað ikki er týdningarmikið fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinason, at fáa so nógvan fisk sum gjørligt.


- Hinvegin er umráðandi, at effektiviteturin og mannagongdirnar eru so eins sum gjørligt, soleiðis at veiðan kann samanberast millum øki og millum ár. Tað altavgerandi er, hvussu nógv prosent nøgdin hjá Magnusi broytist frá einum ári til annað og ikki, hvussu nógv Magnus fiskar. Tað hevur tí onga ávirkan á úrslitini, um veiðan hjá Magnusi øktist frá 50 til 100 kg per troltíma ella um tað var frá 500 til 1000 kg per troltíma – í báðum førum er nøgdin økt við 100%, skrivar stovnurin.


Víðari leggur stovnurin dent á, at øll reiðskap og allar mannagongdir í samband við kanningarnar, eru so vítt gjørligt eins sum undanfarnu ár, so effektiviteturin ikki broytist. Hetta ger tað lættari, at meta um, hvussu stovnurin er fyri.


- Av tí at kanningarnar eru eins frá ári til annað, ber eisini til at fylgja við lutfalsligum nøgdum av teimum einstøku árgangunum, so hvørt sum teir eldast, og eisini hvussu nógv fiskurin í teimum einstøku árgangunum er er vaksin og tyngdur frá ári til annað.


Havstovan byggir tó ikki einans síni tilmælir á egnar kanningar, men savna eisini hagtøl frá landingarstøðum fyri at fáa eina umboðandi heildarmynd.


- Men yvirlitstrolingar einsamallar eru ikki nóg mikið til at geva fullgóða mynd av fiskastovnunum. Nøgdirnar eru einans lutfalsligar. Tí taka fólk frá Havstovuni eisini prøvar av veiðuni á landingar­støðunum. Ein umboðandi partur av veiðuni hjá fiskibátum og túrum verður kannaður, har fiskurin verður mátaður, vigaður og aldurskannaður.


At enda afturvísir stovnurin eisini uppáhaldið hjá Eyðuni Hansen, at stovnurin einans skal hava givið eitt ov stórt veiðitrýst skyldina fyri fiskaloysi.


- Hetta er bert hálvur sannleiki, tí Havstovan hevur eisini týðiliga víst á tann týdning, sum umhvørvið hevur. Ein ikki so lítil partur av arbeiðinum á Havstovuni er júst um tann partin.