Tað munnu valla vera fleiri meiningar tann stóra týdning, sum Fiskifrannsóknarstovan hevur havt fyri føroyska fiskivinnu og fyri samfelagið sum heild. Fiskirannsóknarstovan er ein av okkara elstu náttúruvísindaligu granskingarstovnum. Vit eru bundin at havinum og havsins livandi og endurnýggjandi tilfeingi. Tað er tí breið semja um, at gransking í øllum, sum hevur við havið, fisk og fugl, umhvørvi, veiðihættir og burðardygga veiði at gera hevur ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar.
Fyri fáum døgum síðani fylti fiskirannsóknarstovan fimti ár sum føroyskur stovnur. Havrannsóknir við Føroyar eru væl eldri enn so og vóru upprunaliga danskt málsøki burturav. Danir hava í meira enn hundrað ár framt havrannsóknir við Føroyar og Grønland og eru hesar rannsóknir sjálvsagt ein partur av støðinum undir teimum rannsóknum, sum vit sjálvi hava framt, eftir at hetta málsøkið varð yvirtikið, og vit fingu egna fiskirannsóknarstovu.
Til nútímans fiskirannsóknir hoyrir sjálvsagt havrannsóknarskip, soleiðis, at vísindaliga starvsliðið fær framt ta feltgransking, ið er ein sera týðandi táttur í hesum granskingarøki. Tað byrjaði við Jens Chr. Svabo, sum var í so lítil til endamálið, síðan kom trolarin Magnus Heinason, ið nú má sigast at vera bæði ótíðarhóskandi og ov lítil. Nútímans havrannsóknarskip er ein fortreyt fyri nøktandi gransking og haldgóðum granskingarúrslitum. Nýtt skip er liðugt projekterað og nú er bert eftir at fáa politisku avgerðina og endaligu fíggingina uppá pláss. Skipið er ikki við í verandi fíggjarlóg, og eingi útlit eru til at byrjast kann at byggja skipið í hesum fíggjarárinum. Hinvegin ber ikki til at bíða alt ov leingi við hesi verkætlan, tí nýtt havrannsóknarskip er ein fortreytin fyri, at Fiskirannsóknarstovan, sum nú eitur Havstovan skal kunna røkja sítt gransingar- og eftirlitsvirksmi til lítar. Onkur vil vera við, at Sjóstovan hevði hóskað betur, men navnið spillir ongan.
Aðalmál Havstovunar er at veita myndugleikum og vinnu holla ráðgeving við støði í dyggari gransking. Hesa uppgávu hevur Havstovan higartil tikið í størsta álvara, men ikki kann altíð sigast tað sama um myndugleikar og vinnu. Mangan hava tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni, nú Havstovuni, elvt til drúgvan orðadrátt og politiska togan.
Tað vil so vera og minkar hetta einki um tann týdning stovnurin hevur. Hóast Havstovan hevur dugað væl at grundgeva fyri sínum tilmælum, so hevur verið ov langt millum partarnar. Her eigur vend at koma í, og partarnir eiga at læra seg betur at samskifta, tí í longdini eru hesar ósemjur ikki til gagns fyri gransking og vinnu. Tað er hóskandi í hesum høpi at spyrja, hví gransking ikki er betur samskipað í Føroyum. Havstovan granskar ikki bert havsins livandi tilfeingi, men fremur eisini havfrøðiliga gransking, ið hevur stóran altjóða ans og stóran týdning fyri eitt nú vitan okkara um veðurlagsbroytingar. Vit ynskja stovninum hjartaliga tilukku!










