Í gjár avgjørdu øll kirkjuráðini í Sandoyar prestagjaldi at innstilla Havstein Klein at røkja prestaembætið.
Tað verður mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, sum setur nýggja prestin í starv annan sunnudag í advent.
Nú mánadagin fer Bøgesvang, prestur, at røkja embætið, til nýggi presturin byrjar í starvinum í desember.
Tað veit www.sandportal.fo at siga í kvøld.
In.fo kann leggja aftrat, at Havstein Klein er sonur Jóhonnu og Lassa Klein í Saltangará. Navnið hevur hann eftir øðrum abbanum, pápa Jóhonnu.
Jákup Reinert Hansen, sum er farin í annað starv, hevur verið prestur í Sandoyar prestagjaldi í meira enn 30 ár.