Havsbrún letur í løtuni byggja eina stóra mjølgoymslu á 1800 fermetrar beint heiman fyri fyri Havnarskrivstovuna í Fuglafirði.
Viðhefta mynd er tikin úr vindeyganum á Havnarskrivstovuni seinasta mánadag, og hósdagin 26. mars varð bygningurin liðugt reistur.
Tað er Norðhús, ið stendur fyri arbeiðnum, sum væntast at verða liðugt um hálvan mai í ár.
Havsbrún hevur annars langtíðarleigað teir báðar tunlarnar, sum Fuglafjarðar kommuna eigur í beninum millum Havsbrún og Bergfrost, til mjølgoymslu.