Havsbrún: Arbeiði til nógvar hendur

Higartil í ár hava nógvar landingar verið á Fuglafirði, har nótaskipini hava verið inni við svartkjafti, og eisini í dag eru tvey av nótaskipunum hjá Varðanum komin inn at landa.

 

Hartvig Joensen, deildarleiðari á mjøldeildini hjá Havsbrún, váttar, at Havsbrún tekur móti nógvum svartkjafti í hesum døgum.

- Januar mánaði plagar at vera góður. Vit royna altíð at vera klárir. Tá fiskur er, mugu vit vera klárir, sigur hann og váttar, at tað gongur væl at arbeiða undan.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hartvig Joensen.