Havsbrún velduga stóran týdning

- Tað var í tøkum tíma, at Havsbrún kom og byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í sekstiárunum, sigur Sigurd Simonsen.

- Eg skal vegna havna- og vinnunevndina hjá Fuglafjarðar kommunu ynskja Havsbrún hjartaliga til lukku við teimum 50 virkisárunum, ið higartil eru løgd aftur um. Til lukku til eigarar, nevnd, leiðslu og til øll tey, sum starvast og hava starvast á Havsbrún!

 

Soleiðis sigur Sigurd Simonsen, nú Havsbrún í Fuglafirði hevur fimmti ár á logginum.

 

- Tað var í tøkum tíma, at Havsbrún kom og byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í sekstiárunum. Vinnulívið i Fuglafirði var um hetta mundið í einum djúpum aldudali. Øll tey stóru útgerðarfeløgini vóru farin á húsagang innan fyri eitt tíggjuáraskeið stutt frammanundan.  

 

Sigurd Simonsen sigur, at tá tað frættist, at Føroya landsstýri hevði ætlanir um, at ein sildaoljuverksmiðja skuldi byggjast í Føroyum, vóru tey lokalu fakfeløgini, ið eftir vóru, virkin. Einstaklingar og Fuglafjarðar kommuna vóru skjót at lofta hesum hugskoti. Her sóu menn ein nýggjan møguleika at vinna aftur tey mongu mistu arbeiðsplássini.

 

- Strembanin gav úrslit, og felagið Havsild varð stovna út á heysti í 1964. Seinni kom felagið Dagsbrún úr Tórshavn við inn í ætlanina, sum harvið gjørdist munandi størri. Saman stovnaðu Havsild og Dagsbrún á sumri í 1965 Í/F Havsbrún og tók verksmiðjan ímóti fyrstu lastini tann 30. juni í 1966.

 

Sigurd Simonsen vísir á, at eftir at Havsbrún byrjaði sítt virksemi, sást skjótt, at meira lív kom í Fuglafjørð aftur. Havsbrún hevur síðan tá verið ein av høvuðsleikarunum í tí stóru menningini á vinnuøkinum í Fuglafirði hesi seinastu 50 árini.

 

- Vit í vinnunevndini fegnast eisini um, at tey virkir, sum frá byrjan uppstóðu í kjalarvørrinum av Havsbrún, eins og onnur eldri virkir, sum veittu Havsbrún og serliga teimum mongu skipunum, ið vitjaðu Fuglafjørð fjølbroyttar tænastur, eisini megnaðu at møta nýggju avbjóðingini, ið byrjaði, tá alivinnan tók seg upp fyrst í áttatiárunum.

 

Hann vísir á, at sum frá leið kundu hesi somu virkir bjóða alivinnuni allar tær tænastur, ið henni tørvar. Vónin við alinótum og fortoyingsútgerð, KJ Hydraulik við tvíkiljunum og aliringum, JT Electric við ljós-og kameraskipanum, fóðringsanleggum og fóðurflakum, Bergfrost við frystigoymslu til fiskavørur, Petur Larsen við flakamaskinum - og ikki minst Havsbrún sjálvt, ið veitir stórar nøgdir av laksafóðri.

 

- Sum tað týdningarmesta virkið av sínum slag hetta 50 ára tíðarskeið, hevur Havsbrún havt og hevur framvegis sera stóran týdning - ikki bara fyri Fuglafjørð, men fyri alt tað føroyska samfelagið. Tað sigur seg sjálvt, tá hugsað verður um, at virkið einsamalt hevur ein umsetning oman fyri miljardina seinastu árini. Hetta táttar upp ímóti 10 prosentum av BTÚ landsins.

 

Sigurd Simonsen sigur, at allar góðar orsøkir eru at ynskja Havsbrún til lukku við vónini um, at góða gongdin fer at halda fram. Heilsanin hjá honum vegna havna-og vinnunevndina hjá kommununi, nú virkið er farið um tey fimmti, kann lesast í fullum orðaljóði á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo