Havsbrún setti met

Ídnaðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði, hevur ongantíð tikið ímóti so nógvum fiski, sum seinastu tíðina

 

Fiskivinna


Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey havt nógv at gera seinastu tíðina - so nógv sum ongantíð fyrr.

Hetta summarið hevur virkið nevniliga tikið ímóti so nógvum fiski sum ongantíð fyrr.,

Í juli mánaða í ár tók Havsbrún ímóti yvir 30.000 tonsum av uppsjóvarfiski, ella yvir 1.000 tons um dagin, og so nógv hevur virkið ongantíð tikið ímóti í ein mánaða fyrr.

Tað allarmesta av fiskinum er svartkjaftur.

Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at vanliga hava bátarnir fiskað meiri eftir lodnu hesa árstíðina.

Men fiskiskapurin eftir lodnu hevur ikki verið nakað serligur. Harafturímóti hevur fiskiskapurin eftir svartkjafti verið góður og prísurin hevur eisini verið áleið, góð 70 oyru fyri kilo.

Harafturat er svartkjafturin undir Føroyum í løtuni, so tað hevur eisini verið stutt at sigla.

?Alt í alt hevur tað tískil loyst seg betur at fiska svartkjaft hesa tíðina, sigur Bergur Poulsen

Teir flestu bátarnir, sum hava avreitt, eru teir føroysku, men eisini nakir íslendskir bátar hava avreitt til Havsbrún hesa tíðina.

Bergur Poulsen sigur, at hetta hevur ført við sær, at framleiðsluorkan á Havsbrún hevur verið fult útnyttað seinastu tíðina. Tvs, at tey 100 fólkini á virkinum, hava arbeitt í vaktum, klokkuna runt.

Hvussu verður framyvir, veit Bergur Poulsen ikki.

Hann væntar ikki so nógvan fisk í august mánaða og nú fara bátarnir eisini í makrelin.