Fiskivinna
Nú lágsesong er hjá nótavinnuni, kemur ikki nógvur fiskur upp á land á Havsbrún í Fugalfirði. Men fyri tann skuld er nógv virksemi á virkinum og uttan um.
- Í okkara vinnu er há-og lágárstíð, og nú gera vit okkum til reiðar til komandi vertíð, sigur Poul H. Sólstein á virkinum.
Langt er millum landingarnar á Havsbrún, nú flestu nótaskipini liggja, men síðsta mánadag var russiski trolarin, Murman, við 1700 tonsum av svartkjafti.
Nýggj turka
Poul H. Sólstein sigur, at teir í løtuni eru í holt við at seta upp eina nýggja turku, sum hann rópar tað. Virkið hevur frammanundan tríggjar turkur til turking av mjøli, og hendan fjórða verður so sett upp í framhaldi av hinum, sum
frammanundan eru.
- Nýggju turkuna hava vit keypt úr Noregi, og tað eru íslendingar, sum seta hana upp á virkinum.
Poul sigur, at nýggja turkan turkar við lægri hita enn tær gomlu og fer tískil eisini betri við mjølinum, sum fær eina betri góðsku.
- Vit hugsa okkum at fáa ein betri prís fyri hetta mjølið úr hesi nýggju turkuni, men enn vita vit ikki, hvussu verður við tí.
Hann væntar, at nýggi útbúnaðurin, sum verður settur uppí verandi hølum, verður liðugur at taka í nýtslu um ársskiftið.
Havnalagið
Á Havsbrún eru teir eisini í holt við at byggja eina nýggja bryggju frammanfyri fóðurdeildini á virkinum. Hetta verður ein bryggja til upp-og avskiping, sum er stívliga 50 metrar long.
- Vit byggja hesa bryggju sjálvir í samráð við Fuglafjarðar kommunu og gera síðan avtalu við kommununa um raksturin av henni, sigur Poul.
Hann vísir á, at íløgukarmurin hjá kommununum er trongur, og at Havsbrún hevur størri bryggjupláss fyri neyðini.
- Tí byggja vit hava bryggju sjálvir, men fara ikki at reka hana, sigur hann.
Um kostnaðin, sigur Poul, at talan verður um nakrar miljónir.
Størri smiðja
Á Havsbrún byggja teir eisini aftrat verandi smiðjubygningi, soleiðis at smiðjan verður størri og betur.
Poul H. Sólstein vísir á, at á einum virki sum Havsbrún, sum er í gongd alt árið, er neyðugt við viðlíkahaldi, tá ið lágárstíð er, og tí er nógv at gera í tíðum sum hesum, tá ið lítil fiskur kemur uppá land.
- Tá ið farið verður í gongd aftur eftir ársskiftið, verður talan í fyrsta lagi um lodnu og svartkjaft, sigur hann.
Á virkinum vænta tey ikki nógvar landingar tað, ið eftir er av árinum, men onkur bátur kemur inn at landa av og á.