Fiskivinna
Aftur í dag landa írsku trolararnir Father Mc-Kee og Brendelen í Fuglafirði. Hetta er fimtu ferð í ár, at hesi bæði skipini landa í Fuglafirði.
Veiðan hjá teimum lítla fiskaslagið havgøltur, og skipini plaga hava millum 1200 og 1300 tons í part hvønn túrin.
Í løtuni roynir Havsbrún at fáa onkran norskan bát, sum fiskar lodnu í norska partinum av Barentshavinum, at leggja leiðina inn á Fuglafjørð við veiðini.
Hartvig Joensen, sum starvast á Havsbrún, sigur, at samlaða ráfiskanøgdin hjá virkinum higartil í ár er farin um tey 30.000 tonsini.
Spurdur, hvussu stórur útlendski parturin av landingunum er, sigur hann, at virkið bert hevur fingið fisk frá útlendskum skipum í ár.
- Eingi føroysk skip hava landað í Fuglafirði higartil í 2010, sigur Hartvig Joensen.
Í 2009 vóru írsku systirskipini tey, sum førdu størstu nøgdirnar av pelagiskum fiski lands í Fuglafirði og vóru soleiðis ein týðandi partur av ráfiskagrundarlagnum hjá Havsbrún.