Tað hevur verið óvanliga friðarligt á bryggjuni niðan fyri virkið hjá Havsbrún í Fuglafirði í ár. So friðarligt, at vit skulu 18 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt ár, tá virkið fekk minni rávøru enn í ár.
Fyri bara fimm árum síðani setti Havsbrún met, tá virkið tók ímóti 330.000 tonsum av ráfiski og slógvi, men síðani er nøgdin minkað støðugt. Ein orsøk er, at svartkjaftakvotan er skerd nógv. Harafturat eru skip farin at fiska ein størri part av øðrum fiski til matna, samstundis sum einstøk skip viðgera fiskin umborð. Alt hetta gjørdi, at í fjør fekk Havsbrún 205.000 tons, og í ár kemur nøgdin neyvan langt upp um tey 100.000 tonsini. Og tann víkjandi svartkjafturin ger, at sambært stjóranum eru útlitini ikki tey bestu.
-Nei, vit vænta at fáa uppaftur minni fisk næsta ár og enn minni í 2011, sigur Bergur Poulsen við Sosialin.
Hava repað
Burtursæð frá stórum tapi upp á alivinnuna fyri nøkrum árum síðani, tá Havsbrún misti nógvar milliónir krónur, hevur felagið altíð havt svørt tøl á niðastu reglu í roknskapinum, og hóast rávørunøgdin er minkað sera nógv, hevur stjórin vónir um, at tey niðastu tølini í roknskapinum fyri arið í ár vera røttu megin nullið.
Alivinnan hevur framvegis alstóran týdning fyri raksturin. Havsbrún var tað fyrsta fiskamjøl- og lýsivirki í heiminum, sum fór undir at gera alifóður, og í ár fer virkið ætlandi at framleiða millum 65.000 og 70.000 tons av alifóðuri. Men nú virkið fær munandi minni fisk enn fyrr, noyðist tað at innflyta fiskamjøl til fóðurframleiðsluna. Í fjør innflutti virkið 10 prosent av tí mjølinum, sum fór til fóður, men í ár verður umleið ein triðingur innflutt.
-Tað er klárt, at vit forvinna minni enn fyrr, men vit hava lagað raksturin eftir teimum broyttu umstøðunum, og tað fara vit framhaldandi at gera. Tí havi eg eisini í ár vón um eitt lítið avlop, sigur Bergur Poulsen.