Havsbrún er í ferð við at byggja eina stóra fóðurgoymslu og eina silo- og blandistøð.
Fóðurgoymslan verður einar 1700 fermetrar, og hon er fyrra byggistig av tveimum. Ætlanin er, at hendan bygging skal halda fram, tá ið havnin er víðkað longur úteftir eystara armi.
Fóðurgoymslan verður eitt stórt framstig fyri Havsbrún, sigur Bergur Poulsen, stjóri. Tá goymslan verður liðugt kann fóður goymast í stórum nøgdum á einum staði, og hetta verður meira lønandi fyri fyritøkuna, sigur hann.
Í blandistøðini verður fóðurið sett saman til tann rætta blandingin. Har fara at standa 20 siloir, sum verða einar 30 metrar høgar.
Ætlanin er, at byggingin, sum nú eru í ger, skal vera liðug í ár.
Myndatekstur:
Vinstru megin verður ein silo- og blandistøð, og høgrumegin verður fóðurgoymslan. Myndin er tikin fyrr í mánaðinum.