Í dag landa írsku systirskipini, Brendelen og Father McKee, umleið 2000 tons av havgølti til Havsbrún í Fuglafirði.
Hetta er aðru ferð, at hesi skip landa í Fuglafirði í ár. Fyrru ferð var 24. januar, og tá høvdu skipini eisini umleið 2000 tons av havgølti.
Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at pionerarnir úr Írlandi hava verið trúgvir móti virkinum í Fuglafirði og hava í fleiri ár landað havgølt til virkið.
- Havgøltur er smáur og hvassur fiskur. Tað ber næstan ikki til at landa fiskin heilan, men nú skipini knúsa fiskin umborð, riggar hetta nógv betri.
Hann sigur, at okkurt árið landaðu Brendelen og Father McKee heili 30.000 tons av havgølti til virkið.
- Tað áhugaverda við hesum báðum skipum er, at tey hava tryggjað sær umleið 2/3 av kvotuni, sum ICES hevur mælt til verður fiskað av havgølti í ES-sjógvi.
Hartvig Joensen sigur, at kvoturættindini, sum hesi skip hava tryggjað sær, vísa, at tað saktans kann loysa seg at vera áhaldin í royndini at troyta alternativar veiðimøguleikar.










