– Sum málið liggur í løtuni, so verður einki álit skrivað um havrannsóknarskipið, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini.
Vinnunevndin er ongan veg komin við viðgerini av lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip.
- Nei, har er einki nýtt, sigur Alfred Olsen formaður í Vinnunevndini, sum aftur hevði fund í gjár.
Tað er greitt, at tíðin fer at renna undan Vinnunevndini, tí eftir ætlan verður løgtingsfundur aftur týsdagin ella kanska mikudagin í næstu viku. Sambært Alfredi Olsen verður ein fundur aftur í Vinnunevndini, og hann verður beint áðrenn næsta tingfund.
Í samrøðu við in.fo mikudagin hevði Jacob Vestergaard hug at ilskast inn á viðgerðina í Vinnunevndini.
– Vil man ikki byggja eitt havrannsóknarskip, so er tað ein erlig sak. So er at siga tað hart og alment, og ikki balla tað inn í nakað annað, segði Jacob Vestergaard við greiðari adressu til Sambandsflokkin.
Les eisini: Vestergaard hartar Sambandsflokkin
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tvíheldur um, at málið er væl frágingið, og at hann eftir hesum leisti kann útvega tí almenna eitt fínt og gott havrannsóknarskip.
Men hinumegin borðið heldur Alfred Olsen fast um sítt – nevniliga at málið er ov illa frágingið. Formaðurin í Vinnunevndini sipar her bæði til spurningin um fíggjarliga leasing og spurningin um upphavsrætt.
Les eisini: Havrannsóknarskipið strandað í nevnd
– Eg dugi í løtuni ikki at síggja, at nøkur loysn er í eygsjón. Men tað mugu vit so brúka vikuskiftið til at finna útav, sigur Alfred Olsen.
Verður einki álit skrivað í Vinnunevndini, so dettur málið og lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard burtur. Formaðurin í Vinnunevndini sigur seg ikki kenna nakran í politisku skipanini, sum ikki heldur tørv vera á einum nýggjum havrannsóknarskipi.
- Viðmerkingarnar hjá Jacobi Vestergaard mugu hava onkra aðra adressu enn Vinnunevndina. Meira havi eg ikki at siga um tað, sigur Alfred Olsen.