Nýggja havrannsóknarskipið er nú liðugt detailprojekterað og verður sum ætlað handað landsstýrismanninum í fiskivinnimálum, Jacob Vestergaard, fríggjadagin 30. mars.
Í fíggjarlógini fyri 2012 stendur, at: »Fyri at nútímansgera hetta týdningarmikla virksemisøki, var í 2008 farið í gongd við at projektera nýtt havrannsóknarskip av avloysa Magnus Heinason. Á vári 2011 samtykti Løgtingið Løgtingslóg nummar 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Byggingin fer ætlandi fram árini 2011-2014«.
Tað er hetta arbeiði, sum nú er liðugt, og sjálv projekteringin er gjørd av MEST, saman við Marine Surveyors og Havstovuni, sigur Havstovan á heimasíðuni.